Fyrsta skráseting í Føroyum av slystekuni Zelus renardii.
Hin 15. nov. 2025 fekk Biofar eina teku úr einum matvøruhandli. Eftir nærri kanning og eyðmerking varð staðfest, at hetta var tekan Zelus renardii. Hetta er fyrsta skráseting av hesum slagnum av tekum í Føroyum. Samstundis er hetta eisini fyrsta skráseting fyri hesa ættina (Reduviidae) av tekum.
Tekuslagið Zelus renardii stavar upprunaliga frá vestursíðuni av Norðuramerika og Miðamerika, og hevur síðan spjatt seg til Evropa. Útbreiðsluøkið í Evropa er mest við Miðjarðarhavið, tí er ósannlíkt at hon kann fáa fótin fyri seg heima hjá okkum.
Hetta slagið verður ikki mett sum eitt skaðadýr. Tað er eitt rovdýr, sum liggur í slys eftir smádýrum s.s. blaðlús og gulleyga. Tað loypur á og heldur fast í fonginum við forbeinunum, og síðan verður eitt klistrut evni skilt úr skinnabeinunum. Tekan stingur síðan snevilin í fongin, og sodningarevni verða sprænd inn, soleiðis at tekan kann súgva føðslu til sín.