Búmerkið hjá felagnum
17. mar. 2025

Trantklukkan Lixus pulverulentus.

Hin 3. mars fekk Biofar eina trantklukku, sum var komin til landið við vøru. Hon varð savnað inn í Bónus í Klaksvík, og greind á Biofar til slagið Lixus pulverulentus. Eitt slag, sum heldur til í mið- og suðurevropa umframt partar av Asiu og norðurafrika. Hon heldur til á turrlendi á ymiskum plantum, so sum tistli og bønum. Av tí hon heldur til í slíkum veðurlagi, er hon ikki før fyri at búleikast her. Samanborið við trantkukkurnar, sum búleikast í Føroyum, er hendan væl longri. Hesar gerast upp til 1.8 cm langar.

Hetta er onnur skráseting av slagnum í Føroyum. Fyrru ferð var í 2008, tá ið ein klukka varð savnað inn innandura í Tórshavn. Klukkan varð latin Jens-Kjeld, sum sendi hana víðari til Jan Pedersen á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, har hon varð greind til slag.

Fleiri myndir.