Nýtt fluguslag fyri Føroyar!.
Biofar arbeiðir við eini verkætlan, sum m.a. hevur til endamáls, at staðfesta tíðarskeiðið á árinum, tá kálflugan ger skaða á kálplantur í Føroyum.
Tá Biofar savnaði inn flugur summarið 2022, var millum kálflugurnar eitt fluguslag, sum ikki er staðfest í Føroyum áður. Talan er um slagið Paregle audacula.
Aftur í ár er hetta fluguslagið funnið. Báðu ferðirnar í Limmulundini í Leirvík.
P. audacula finst víða á norðaru hálvkúlu, umframt í Tasmania, har hon er innslødd. Hon er funnin í øllum okkara grannalondum, undantikið í Íslandi. Ormveran (larvan) er aloftast at finna í skarninum hjá kjøtetandi djórum, serliga hundum. Eisini er hon funnin í mannatrekki og rotnandi avgrøði, eitt nú kálplantum.
Flugurnar, sum vórðu savnaðar inn í fjør (30. juni) vóru nýliga klaktar (brúnligar og bleytar), meðan tær sum vórðu funnar í ár (15. og 30. august) vóru tilkomnar (myrkar og fastar). Hetta bendir á, at flugurnar flúgva og víggja seint á sumri.
Myndirnar niðanfyri eru tiknar av kvennflugu (ovara) og kallflugu (niðara) innan innsavnan.