10. mai 2023
Bjarnadýr kannað fyrstu ferð nakrantíð í Koltri!.
Vit á Biofar eru øll spent - serliga spent er Bjarnadýraserfrøðingurin Birna Vár Trygvadóttir Fjallstein. Hon hevur áður funnið bjarnadýr, sum eru nýggj fyri vísindina, og givið teimum vísindalig nøvn. Nú hevur hon sum tann fyrsta nakrantíð, savnað hendan dýrabólkin (Tardigrada) inn úti í Koltri og farin at granska í tilfarinum.
Vit fylgja við, og eru spent uppá, hvat kemur undan kavi.
Kanningin í Koltri er partur av arbeiðinum hjá Tjóðsavninum at kanna og skráseta flora og fauna í oynni.