Botnkort.
BIOFAR hevur kortlagt havbotnin á ymiskum støðum í Føroyum við einum neyvleika sum svarar til okkurt um 1*1 m2, har GPS viðurskiftini eru góð.
Útgerð:
Vit hava ein 32-fót Akvastar glastrevjabát, sum er útgjørdur við WASSP Multibeam og tilhoyrandi OLEX skipan. Hetta er ekkoloddsskipan, sum skannar botnin við einum upploysningi uppá 1 * 1 m2 . Umframt at gera nágreinilig bathymetrisk kort, ber eisini til at gera harðheitskort av botninum, sum sigur hvat tilfar er á botni.
Multibeam tænastuveiting
Kvalitetur: neyvleikin er settur til 1*1 fermetur á korti, men kann tó alt eftir GPS-neyvleikanum verða eitt sindur minni, tó í mesta lagi 5*5 fermetrar. Mátaða dýpið er í cm, men neyvleikin er helst pluss/minus 0,2 m, og minsta kortmátið er 1 metur millum dýpi.
Dækningsgradur (dg): (tættleikin á veruligum mátingum) á dýpum undir 30 m er dg omanfyri 95% og á dýpum millum 30-50 er dg um 90%. 100% dækningur fæst við at sigla meiri, og kostar tískil eisini meiri.
Kortgerð: alt eftir tørvi er gjørligt at gera ymisk sløg av kortum út frá multibeam-dátum.
- Olex- dýpdarkurvur (1, 2, 5, 10, 50 og 100 m linjur)
- Olex - harheitskort ( litkort umboðandi ymiskan harðleika á botni, t.d. móra, sandur)
- WASSP- topografikort
- GIS: WASSP og Olex kort umgjørd til GIS-data (export sum XYZ-data og tikin inn í GIS)
- CAD, MapInfo, ArcGis, Surfer
- Google Earth: Gis-kort kunnu setast inn.
- Óviðgjørd prent (beinleiðis úr WASSP og Olex)