Kaving - Undirvatnsfoto

Kaving - Undirvatnsfoto

Vit hava lagt okkum eftir at kunna veita ymisk sløg av kavarauppgávum:

  • Sýnistøka til kanningar
  • Undirvatns Foto
  • Undirvatnsvideo
  • Umhvørvislýsingar
  • Seruppgávur


Sýnistøka til kanningar:

Vit hava serútgerð til ymisk sløg at sýnistøku, men kunnu eisini bjóða kavara til sýnistøku. Ofta ber ikki til at taka sýni frá báti og tí er neyðugt at brúka kavara.


Undirvatns Foto:

Til undirvatnmyndatøku hava vit hákvalitetsútgerð og kunnu levera eitt breitt úrval av ymiskum sløgum av myndum, alt frá víðvinkulmyndum til myndir av smákyktum.


Undirvatnsvideo:

Umframt foto kunnu vit eisini bjóða at gera videoupptøkur í HD-kvaliteti. Hetta kann verða á staðnum ella upptikið frá undirvatnsskutara.


Umhvørvislýsingar:

Í sambandi við havna-og vegagerð er ofta krav frá umhvørvismynduleikanum um at gera lýsingar av djóra- og plantulívinum. Biofar ger slíkar kanningar og hevur kavandi lívfrøðingar við hollari vitan innan havlívfrøði.