Um Okkum

Um Biofar

Biofar hevur røtur í norðurlendsku granskingar verkætlanini undir sama navni. Serkunnleikin í botnviðurskiftum er reyði tráðurin

Biofar-verkætlanin bleiv kveikt eina illveðursnátt á Vestmanna umborð á norska granskingaskipinum Håkon Mosby í 1988. Navnið Biofar er stytting av Benthic Investigations Of the FARoes. Primus motor var legendariski Arne Nørrevang (aka, Mr Biofar), sum fylgdi verkætlanini upp til endaliga seminarið á Hotel Føroyum á vári í 2000. Við upprunaligu biofar-verkætlanini var fundamentið lagt til eina servitan innan botndjór á føroyska landgrunninum, og eitt kontaktnet skapað innan botndýra serfrøði um allan heimin.

Djóralívið við botnin lýsir náttúrustøðuna. Við okkara kunnleika innan m.a botnviðurskifti, hevur Biofar í mong ár veitt kvalitetsarbeiði innan umhvørviskanningar av ymsum slag, eitt nú innan ali - og oljuvinnuna.