Aling
Síðan alingin tók seg upp, hevur Biofar veitt umhvørvistænastur: mynduleikakravdar veitingar og aðrar uppgávur, sum vinnuni tørvar.
Oljuvinna
Í smb. við boring eftir olju, fremur Biofar árinskanningar eftir altjóða krøvum. Okkara serkunnleiki umfatar boreala og arktiska økið.
Ráðgeving EIA/VVM
Biofar veitir ráðgeving til stovnar, kommunur og fyritøkur innan náttúru- og umhvørvisspurningar. M.a umhvørvismetingar (EIA/VVM).
Kaving - Undirvatnsupptøkur
Lívfrøðiligur- og tøkniligur kunnleiki, ger tað møguligt at veita kavaratænastur, bæði til gransking og til miðlan i breiðum høpi.
Botnkort
Við rannsóknarfarinum ’Biofarið’ gera vit neyv botnkort í mun til dýpdarlinjur, ið eisini lýsa slag av botntilfari og harðleika.
Gransking
Starvsfólkið á Biofar arbeiðir dagliga í einum granskingarkendum umhvørvi, og hevur eina jaliga støðu til samarbeiði um verkætlanir.